Unavngivet (600 X 890 Px)

16.10.2024

Byggiverkætlan á Snæbjarnavegi

Hvalbiar Kommuna hevur í longri tíð arbeitt við at fáa økið vesturi á Heyggi selt til bústaðarbygging. Ætlanin við at fáa Bústaðir at byggja bar ikki á mál, men tó hevur arbeiði hildið fram, og herfyri setti kommunan trý grundøkið vesturi á Snæbjarnavegi til sølu.

Tá freistin var farin at lat boð inn, var eitt boð innkomið frá MTV Byggivirkið.
Sambært ætlanini skal MTV Byggivirkið byggja millum 10 og 12 búðeindir í trimum ymiskum sniðum. Byggiverkætlanin verður í tveimum byggistigum, og eftir ætlan skal fyrsta byggistig byrja í 2025.