02.02.2024
MTV Byggivirkið verður høvuðsstuðul komandi fýra árini
MTV Byggivirkið og B36 hava skrivað undir høvuðsstuðulsavtalu, sum verður galdandi fyri komandi fýra árini.
Mortan T. Vang, stjóri í MTV, og Marita Debess Magnussen, forkvinna í B36, undirritaðu sáttmálan í B36-húsinum seinnapartin.
- Í B36 eru vit sera fegin um at hava fingið MTV Byggivirkið við á liðið sum virknan og eldhugaðan viðspælara. Hetta samstarvið verður ein umráðandi partur av menningini komandi árini, sigur Marita Debess Magnussen.