1734621883X88i3fuglf

19.12.2024

Sáttmáli undirskrivaður um panthøll

IRF: Staðsetingin av panthøllini er í Sandavági, og byggingin fer í gongd beinanvegin. Bygningurin verður gott 1.000 fermetrar og skal m.a. rúma skiljimaskinum, goymslu, móttøku og fyrisiting.

Tað er MTV Byggivirkið, sum er høvðusarbeiðstakari, arkitektafyritøkan Henning Larsen hevur teknað bygningin, og PB Consult er høvuðsráðgevi.

Panthøllin skal standa klár tann 30. mars 2026, tá ið nýggja pantskipanin eftir ætlan verður sett í verk.